Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

f. 20. oktober 1960 d. 06. september 2020

Tveir mánaðir allareiða farnir síðan tú fór í ein ljósari heim.

Tað kom mær dátt við tá eg fekk deyðsboðini staddur í DK, hevði tosað við teg stutt frammanundan. 

Charles hjá Jóhannus elektrikaranum havi eg væl altíð vitað um og kent sum persón.

Men eg kom fyrst rættiliga at kenna Charles tað tíðina ímillum túrar eg hjálpti honum við koyringini.

Tað var ein góð tíð og ein góður lagaligur arbeiðsgevari at hava við at gera.

Vit báðir komu sera væl útav tí, aldrin eitt øvugt orð minnist eg hava verið talað okkara millum.

Eitt ein skjótt beit merki í var hansara bleyta lyndi, hann tosaði mangan um børn og abbabørn, hvussu glaður hann var fyri tey.

Charles var sera nemmur at umgangast og hóast vit ikki altíð vóru samdir um alt so vikaðist vinskapurin ikki av tí orsøk.

Altíð var hann blíður og fyrikomandi, eitt vælsignað menniskja í so máta.

Vit høvdu manga hugnaliga løtu bæði so og so.

Musikalskur var hann sum fáur, tað var ikki tað ljóðføri hann fekk í hendurnar hann ikki kundi spæla uppá, sera evnaríkur á mongum øðrum økjum eisini.

Vit tosaðu líkaleiðis mangan um ævinleikan, og eg veit hvar Charles stóð í tí spurninginum, har var eingin ivi í hansara hugaheimi um at Jesus var okkara einasta vón um bjarging.

Komi altíð at minnast Charles við virðing.

Takk fyri tíðina vit kendust.

Hvíl í Harrans friði vinmaðurin.

Síggjast.

Eyðfinn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo