Tað frættist í álvara, at landsstýrisumboðið fyri samferðslu hevur sýtt at útvega pengar til viðlikahald av vegum, sum eru livsfarligir at koyra á.
Orsøkin, sigur hann, er manglandi likviditetur í landskassanum.
Men so MÁ man taka lán, ti viðlikahald hastar altið og SKAL bara gerast.
Í øðrum londum hevði ein ministari, sum ikki fekk veitingar til eitt so livsfarligt mál, beinanvegin farið frá, og hann hevði mótmælt og brest harðliga við hurðini.
Men hóast tað hastandi viðlikahaldið verður forsømt, blivur hann kortini sitandi og gálvar út i tóman heim.
Ein ministari uttan heimild, SKAL fara til hús.
Virgar T Dalsgaard
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo