Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Gott lag í føroyska hópinum, eftir málleysa javnleikin móti Danmark - Mynd: www.FSF.fo

Gott lag í føroyska hópinum, eftir málleysa javnleikin móti Danmark - Mynd: www.FSF.fo

Gott lag í føroyska hópinum, eftir málleysa javnleikin móti Danmark - Mynd: www.FSF.fo

FSF: Føroyska U17-landsliðið við gentum reisti seg av álvara, tá seinasta umfar í NM-kappingini, sum í hesum døgum er í Ribe í vestur Jútlandi, varð spælt mánadagin.

Úrslitið í síðsta dystinum gjørdist javnleikur 0-0 ímóti Danmark, sum tær annars taptu tepurt fyri í fyrsta umfari.

Donsku genturnar vóru omaná í spæli og málmøguleikum, men okkara gentur stríddust væl og stóðu stinnar á vøllin, og tað eina stigið til Føroyar var tí fult uppiborið.

Reglurnar í NM-kappingini eru annars tær, at tá dystir enda við javnleiki, verður fari beinleiðis til brotssparkskapping, og tá vístu føroysku genturnar veruliga styrki, og vunnu 4-3.

Næst á skránni hjá U17-gentunum er EM-undankappingin, sum verður í Slovakia í november mánað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo