Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Klaksvíkar kommuna: Njál Djurhuus hevur eina serliga søga, eina serliga ætt, og hann hevði eina serliga konu. Føroyingar kenna Njál best frá ólavsøku, serliga tá ið hann við stórari áskoðarafjøld endar møtið hjá Frelsunarherinum ólavsøkukvøld.

Nú tað eru Torradagar kann nevnast, at Njál hevur eisini sína lagnusøgu á sjónum. Mammubeiggin, Joen Napoleon, druknaði við Pilot í 1953. Ikki færri enn fýra ommubeiggjar doyðu á sjónum.

Hvør var pápin?
Njál var eitt av teimum fyrstu eingilskmannabørnunum, sum vóru úrslit av bretsku hersetingini í apríl 1940, føddur í juni 1941. Mamma hansara, Sofía, var tá bara 16 ára gomul.

Njál vaks upp í eini stórari familju, sum taldi tilsamans 10 systkin umframt foreldrini. Hann fekk ein góðan barndóm, og hann minnist einki til, at hann varð happaður. Hansara familja vardi hann, men hinvegin fekk Sofía at hoyra fyri sítt ”brotsverk.” Hetta skapti hjá henni ein hug at hjálpa teimum veiku, ein kensla, sum seinni gjørdist drívmegin hjá Njáli. Sum Njál vaks upp fekk hann hug at vita, hvør pápin var. Tað eydnaðist eisin. Men tá var hann deyður, men hann fann sína ætt í Skotlandi. Tað vísti seg, at pápin var ein heiðursmaður. Hann var góður við Sofíu og vildi fegin hava samband við sín lítla son. Men hesum foraðu omman og abbin fyri, uttan iva í góðarimeining.

Erna og kallið
Ættin hjá Njál var ein partur av Frelsunarherinum í Havn. Her kom Erna eisini, og tey blivu góð. Tað sá gott út hjá teimum. Njál hevði fingið arbeiði á Gjaldstovuni og hetta skuldi verið eitt trygt framtíðarstarv.

Men tá er tað, at Petur Háberg í Brøðrasamkomuni kemur inn í myndina. Hann sá fyri sær, at Njál var ein maður, sum hevði evni á tí andaliga økinum, og hann eggjaði Njál til at fara hesa leiðina. Tað vísti seg, at Erna hevði gingið við sama kalli, men hon tordi ikki at siga tað við Njál av ótta fyri at missa hann. Nú tað vísti seg, at tey vóru samsint var avgerðin løtt at taka, og í 1961 fóru tey á offiserskúla hjá Frelsunarherinum í Noregi.

Fyrlyset - støðin hjá teimum heimleysu
Eftir at tey høvdu virkað ymsa staðni í Noregi umframt í Íslandi koma vit til 1985, har ein avgerandi partur av hesi søgu byrjar, nevniliga í Fyrlyset í Urtegata í Oslo.

Her koma tey, sum eru ringast fyri í samfelagnum, og tað verður nógv tikið til tann innsatsin, sum Erna og Njál gjørdu fyri hesi fólk. Hetta var bæðu tímiliga, sum við mati og klædna-vask, og so tað andaliga. Næsta stig var at fáa fólk at koma burtur úr teirra støðu. Erna hevði ein javnbjóðis leiklut í hesum verki, og bókin er eisini ognað minninum um hana. Hon andaðist í 2016.

Tey staðfestu, at tað umræður er at geva hesum fólkum nakað, sum tey kunnu ganga upp í við lív og sál.

Fótbóltur gjørdi undurverk
Tískil byrjaði Njál fyri mongum árum síðani eitt fótbóltslið av gøtufólki. Hetta var ein stór success, og nú eru enntá HM kappingar í gøtufótbólti, har tað andaliga eisini eigur sítt pláss.

Hetta hevur eisini fingið nógvar menn upp á rætt kjøl aftur. Avgerandi er eisini at skaffa fólki arbeiði. Her hevur Frelsunarherurin Jobben, sum kann sigast at vera starvsvenjing, sum herfyri fekk vitjan og viðurkenning av Sonju drotning. Annað er heilsustøðan hjá hesum fólki meira avbjóðandi enn hjá øðrum. Her gekk Njál eisini á odda. Tískil rekur Frelsunarherurin eitt sokallað ”gatehospital”, sum er júst fyri hesi fólk.

Vælsignaðar talugávur
Njál er signaður við góðum talugávum og fryntligum sinni. Hesir eginleikar vera esini nýttir til at eggja teimum, sum ikki eru so væl fyri. Njál hevur eisini evni at eggja øðrum til at vera við í arbeðinum. Eitt dømi er advokaturin, sum var blivin fráskildur, og sum sat einsamallur á jólum og ikki visti, hvat hann skuldi gera. So fær hann hugskotið at ringja til Frelsunarherin og bjóðaði sær at hjálpa til har tørvur var á tí. Hann fekk samband við Njál, og hesin maður hevur síðan tá verið av fremstu stuðlum hjá honum. Hann hevur millum annað nýtt hvørji jól saman við Njál at hjálpa teimum illa støddu, sum ongan góðan eiga.

Tað kann sigast, at Njál saman við Frelsunarherinum umboðar ein rúmligan kristindóm, og hetta skapar virðing hjá øllum. Hann skipar fyri jarðarferðum hjá sínum ”viðskiftafólki”. Hesar kunnu vera kristiligar bæði við og uttan jørðákasting. Men tær kunnu eisini vera ”gudleysar” eftir ynski frá familjuni. Tó kann hann tá sníkja ”Gud” inn í taluna. Tað verður eisini góðtikið.

Erna var álitið
Erna og Njál vóru ógvuliga ymisk. Meðan Njál hoyrist og sæst, var Erna tann meira friðarliga. Njál greiðir frá:

„Fyri meg var Erna tann besti stuðulin. Hon hevði evnini til at siga við meg, tá ið eg var upp á tað villasta: „Njál, kanst tú ikki bíða við hasum til í morgin,“ og so gjørdi eg tað. Tað vísir seg, at av og á hava vit brúk fyri at steðga á fyri ikki at leypa framav. Eg fekk eina konu, sum eg kundi líta fult og fast á.”

Hóast Njál ikki hevur leitað eftir almennum heiðri, so slepst ikki undan tí. Sum dømi kann nevnast, at Erna og Njál eru fyrstu hjún í Noregi, sum hava fingið ”kongsins gull”.

Njál hongdi medaljurnar á veggin, meðan Erna legði tær í eina skuffu! Hetta vísir munin millum tey.

Erna og Njál fingu trý børn, sum øll búgva í Noregi. Heitið á starvinum hjá Ernu var „major“. Hetta varð skjótt broytt til „mor“ í Fyrlysumhvørvinum. Hon var alt, sum ein mamma skuldi vera, og hon gjørdi alt, sum ein mamma gjørdi fyri síni børn.

Erna átti mong „børn“. Nøkur vóru eldri enn hon sjálv. Onnur vóru til aldurs við hennara egnu. Nógv av gøtufólkunum tordu bara at ringja heim til foreldrini, um Erna helt í hondina á teimum.

Undirheitið til bókina um Njál er “Ljós í skugga”. Boðskapurin er, at hetta kunnu øll vera á hvønn sín hátt. Tað kann leggjast afturat, at bókin um Njál hevur fingið eina ógvuliga góða móttøku, men hann veit framvegis nógv at greiða frá, um tað skal vera.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo