Fyrrverandi ST-sendikvinnan hjá USA, Nikki Haley, hevur boðað frá í video á Twitter, at hon er valevni hjá Republikanarunum.
Haley hevði annars boðað frá at hon fór at koma við «stórtíðindum» 15. februar. Tí varð hildið, at hetta fór at vera á fundi í heimstatinum South Carolina, har hon hevur verið guvernørur í seks ár, men ístaðin hevur hon so gjørt tað á Twitter.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo