Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Arsenal taptu í kvøld 2-1 á heimavølli ímóti Brighton.

Teir reyðhvítu úr Norður London hava nú ikki vunnið í teimum síðstu níggju dystunum í øllum kappingum.

Hetta er fyrstu ferð síðan 1977, at Arsenal hava spælt níggju dystir uttan at vinna. 

The Gunners góvu Unai Emery sekkin í síðstu viku og settu Freddy Ljungberg fyribils í starvið.

Í fyrsta dystinum hjá Ljungberg sum Arsenal managari endaði tað við einum 2-2 javnleiki á útivølli ímóti Norwich, og í kvøld, í fyrsta heimadystinum hjá Ljungberg, endaði tað altso við einum 2-1 tapi.

Arsenal liggja á einum 10. plássi við 19 stigum fyri 15 dystir.

Arsenal-Brighton 1-2 (0-1)
0-1: Adam Webster, 36
1-1: Alexandre Lacazette, 50
1-2: Neal Maupay, 80

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo