Ferðamannaskipið Nieuw Statendam hjá reiðarínum Holland America Line vitjar á Havnini í dag.
Hetta er nokk størsta ferðamannaskip sum hevur vitjað Havnina.
Skipið, sum siglir undir niðurlendskum flaggi, er bygt í 2018 og hevur 2.650 ferðafólk umborð, sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar Havn.
Skipið fer avstað aftur longu í kvøld.
Ólavur Frederiksen tók myndirnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo