Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroya Styrkisamband: Við europameistarastevnuna í vektlyfting fyri masters, sum hesa vikuna er í býnum Raszyn uttanfyri Warzsawa í Póllandi, eydnaðist Niels Juel Arge úr Havn í gjár at vinna silvur í aldursbólkinum 55-59 ár og vektbólkinum 109+ kilo.

Kappingin stóð serliga við svenskaran Lars Ekman, sum á yngri árum var ein av bestu svensku vektlyftarunum og í gjár vann gull, og grikkan Dimitrios Tzimas, sum í gjár vann bronsu. Niels Juel lyfti 197 kilo samanlagt; 80 kilo í trekk (snatch) og 117 kilo í stoyt (clean and jerk).

Stoytið á 117 kilo er føroyskt met vektbólkinum 109+ kilo í opnum bólki og í masters 55-59 ár. Hetta lyftið í stoyt var samstundis tað besta í hesum bólkinum í gjár, men sviin lyfti meira í trekk, samtundis sum Niels Juel fekk kolldømt 86 kilo lyft í trekk.

Masters kappingar í vektlyfting eru vælumtóktar, og hava verið hildnar síðani 1991. Í fjør var kappingin í Hollandi og komandi ár í Írlandi. Samanlagt luttaka 565 luttakarar, 220 kvinnur og 345 menn úr 30 londum í ár. Russland luttekur ikki hesaferð og fáir ukrainar.

Føroyar eru limir í norðurlendsku vektlyftarasamgonguni NWF, men ikki enn í europeiska EWF og altjóða IWF. Niels Juel luttók tí í hesi kappingini vegna Danmark og danska felagið AK Atlas í Slagelse. Tó við Merkinum um hálsin við heiðursmerkjahandanina. Fyrr í ár vann hann DM-Masters.

Føroya Styrkisamband hevur í løtuni umsóknir um limaskap inni hjá EWF og IWF, og ábendingar eru um, at IWF og EWF fara at brúka sama leist sum NWF. Tað vil siga at flokka Føroya sum eitt sonevnt ‘ítróttarland’ og síðani geva Føroyum fullan limaskap. 

Kappingarnar verða stroymdar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo