Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Styrkisambandið: Tað reið um snarið hjá Niels Juel Arge at gerast fyrsti føroyingurin við einum heimsmeistaraheiti í olympiskari vektlyfting, tá ið hann síðsta vikuskiftið dystaðist í HM-masters í Rovaniemi í norður Finnlandi.

Kappingin var hørð við tveir amerikumenn, David Monesmith úr New Hampshire og Gregory Deemer úr Pennsylvania. Aftrat teimum vildu ein grikki, Dimitris Tzimas, ein ungari og ein týskari sleppa upp í part. Í fjør vann Deemer gull og Tzimas bronsu.

Vektlyfting er tvey sløg av lyftum: Trekk (snatch) og stoyt (clean&jerk), og man fær tríggjar royndir í hvørjum.

Niels Juel megnaði 85 kg í trekk, meðan Monesmith trekti 99 kg og Deemer 95 kg. Aftan á trekk-partin var Niels Juel tí nakað fitt aftanfyri hesar báðar.

Men hansara avgjørt betra lyft er stoyt (clean&jerk), og her satsaði hvalbingurin-havnamaðurin alla butikkina og økti tvær ferðir 10 kg. Byrjaði á 105 kg. Síðani 115 kg og endaði á 125 kg. Hann kundi valt 121 kg sum triðja lyft og tikið silvurheiðursmerkið, men satsaði og fór eftir gullinum.

Eitt góðkent 125 kg-lyft hevði gjørt Niels Juel til heimsmeistara í sínum bólki. Sonurin Niklas Jógvan og hann valdu tí at satsa alt. Ein lítil snáving á høgra fóti og tí eitt lítið knekk í høgra alboga høvdu tó tíverri kolldøming við sær, hóast stongin hvíldi trygt uppi yvir høvdinum.

Í juni mánaða luttók Niels Juel í EM-kappingini í Haugesund í Noregi og endaði tá á einum tryggum silvur-plássi. Hann kappast í bólkinum 55-59 ár og +109 kg. Samlað lyfti hann tá 200 kg (85+115), og hesi tølini blivu endurtikin í Rovaniemi. Hóast ætlanin var 210 kg.

Niels Juel hevur vunnið fýra ymisk altjóða heiðursmerkir: DM-gull 2022. EM-silvur 2022, Pólland. EM-silvur 2024, Noreg. Og nú HM-bronsu 2024, Finnland. Hann hevur kappast sum dani, men Føroyar eru júst blivin limur í IWFM, International Weightlifting Federation Masters.

Komandi ár verður EM-masters í Albania í mai mánaða, og HM-masters verður í Las Vegas í USA í september mánaða. Luttekur hann í hesum kappingunum, verður tað loksins sum føroyingur og undir Merkinum. Eisini verður DM-masters tíðliga komandi ár.

Í komandi mánaða, 18.-20. oktober, skipar Føroya Styrkisamband fyri norðurlendsku meistarastevnuni NM fyri seniorar. Kappingin verður hildin í Bylgjuni í Runavík, og teir kendastu norðurlendsku vektlyftararnar umframt aðrir og allir teir føroysku lyftararnir fara at luttaka.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo