Hin 2. oktobur segði landsstýrismaðurin í vinnumálum soleiðis í svari til fyrispurning frá Magnusi Rasmussen um góðsking og víðarivirking av laksi:
”Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur síðani arbeitt við hesum og lagt tað til politiska viðgerð. Niðurstøðan verður gjørd sum skjótast.”
Nú skriva vit 19. oktobur og framvegis er einki at frætta um hetta sera álvarsliga mál.
Longu í mars mánaði gjørdi Havbúnaðarfelagið greitt, at við nýggju tøkugjøldunum fór grundarlagið at verða tikið undan meirvirkaðum laksavørum.
Og fleiri ferðir síðani tá hevur verið ávarað um hetta, men einki er hent.
Sama 2. oktobur var álitisfólkið og starvsfólkaumboðið fyri tey gott 400 arbeiðsfólkini á portiónsvirkinum hjá Bakkafrost í miðlunum við eini álvarsligari og inniligari áheitan til viðkomandi myndugleikar um at koma við eini loysn sum skjótast, tí tímaglasið var meiri enn nær við at vera runnið niður.
”Eg eri vís í, at vit verða uppsøgd um sum er, at eingin sáttmáli er komin í hús tá ið oktober mánaði er liðugur,” segði hon tá.
Men hálvatriðju viku seinni er framvegis larmandi tøgn.
Hvar er landsstýrismaðurin?
Hvar er samgongan?
Og hvar eru arbeiðarafeløgini?
Tað er av allari leið at vera vitni til ta niðurlaging, sum nú gongur fyri seg!
Avleiðingarnar verða stórar, tí avleiddar vinnur fara sanniliga eisini at merkja sviðan.
Bárður á Lakjuni,
tingmaður Fólkafloksins
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo