Niðurlond eru nú tveitt endaliga úr Eurovision 2024 sang kappingini.
Tað kemur fram í einum tíðindaskrivi, sum Eurovision nevndin, EBU, hevur sent út.
Umboðið hjá Niðurlondum, Joost Klein, skal hava sýnt ósømiligan atburð ímóti einum kvinnuligum starvsfólki hjá EBU, og tí kann hann ikki halda fram í kappingini, hevur Eurovision nevndin avgjørt.
Onki annað umboð kemur ístaðin úr Niðurlondum, og tí eru nú 25 og ikki 26 sum kappast um at vinna í kvøld.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo