Skála Ítróttarfelag: Nicolai Dohn er dani og kemur frá býnum Hammel í Jútlandi. Hann hevur áður spælt við Skive IK, Nykøbing FC og AC Horsens.
Nicolai hevur verið í Føroyum og royndarvant í november, og somuleiðis hugt nærri at umstøðunum hjá felagnum. Hann er ein sterkur miðvallari, ið fegin luttekur í nærdystum og hevur somuleiðis eitt gott yvirblikk.
Skála Ítróttarfelag kann við gleði boða frá at felagið hevur gjørt sáttmála við 25 ára gamla danan. Vit ynskja honum vælkomnan til felagið og gleða okkum at síggja hann í eyðkendu appilsingula litinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo