Gamli báturin Niclas sum hevur staðið á bedingini í Vestmanna í nærum eitt mannaminni skal nú beinast burtur.
Farið er undir at høgga hann upp og síðani verður hann burturbeindur, tí mett var ikki ráðiligt at flota hann eftir so nógv ár har hann bara hevur staðið.
Tað hevur eisini ljóðað, at vognurin, har hann stendur, er rustaður fastur, og tí ber ikki til at fáa hann á sjógvin.
Heimasíðan hjá Føroya Fiskimannafelag skrivar, at skinnarar, vognar eisini skal beinast burtur av økinum, sum MEST eigur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo