Fýra pør eru til fiskiskap, men túrarnir eru nýliga byrjaðir, so tað er ivasamt um nakað landar í vikuni.
Djúpvatnstrolararnir liggja báðir við bryggju og veðrið forðar fyri nøkrum útróðri.
Seks frystilínuskip eru undir Føroyum og eitt er í Barentshavinum. Restin liggur við bryggju.
Tveir trolbátar eru norðanfyri og fiska tosk og hýsu og so nakað av flatfiski og so er ein vestanfyri og fiskar havtasku. Allir landa í vikuni.
Eitt garnaskip fiskar svartkalva.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo