Neymar hevur boðað Paris Saint-Germain frá, at hann ynskir at fara "heimaftur til FC Barcelona".
Hetta skrivar millum annað Daily Mail í dag.
Samstundis viðurkennir brasilska stjørnan, at hann aldrin skuldi verið farin úr katalonska stórfelagnum.
Paris Saint-Germain rindaði FC Barcelona 198 milliónir pund fyri Neymar í 2017 - ein upphædd, sum gjørdi brasiliumannin til heimsins dýrasta fótbóltsleikara.
Neymar, sum nú er vorðin 27 ár, hevur spælt 58 dystir og skotið 51 mál fyri PSG.
Sum skilst er PSG-venjarin Thomas Tuchel ikki ímóti at selja Neymar, sum undan skiftinum til PSG leikti í fýra ár í FC Barcelona.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo