Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Bústaðartrotið í Havn er ovurstórt, men kortini verður stykkja út til tey fáu við alt ov nógvum sethúsa- og raðhúsaútstykkingum.

Hetta verður gjørt á Argjum og á stóra dýrabara vátlendinum Stórutjørn í Hoyvík, sum goymir og upptekur eina rúgvu av CO2.

Hetta er ikki burðardygg býarmenning. Hvørki sosialt ella umhvørvisliga.

Tí hvør fær verið við her? Tað eru tey fáu við høgu inntøkunum. Tað er ikki einligi forsyrgjarin, heilsurøktarin ella støku fólkini.

Tað er av alstórum týdningi, at vit fáa ein fjølbroyttari bústaðarmarknað og byggja so nógvar bústaðir sum møguligt, tá vit keypa lendið.

Vit áttu heldur at stykkja lendið út, soleiðis at pláss er fyri íbúðarbygningum fyrst og fremst og so nakað av raðhúsum. Bústaðir kundu bygt. Kommunan kundi bygt eldrabústaðir.

Men meirilutin hevur broytt verkætlanina og vil ikki hava íbúðarbygningarnar longur.

Bústaðatalið minkar tí munandi.

Vit eru sostatt kallað inn til ein eyka býráðsfund til at minka um bústaðartalið, og tað kennist heilt margháttiligt.

Mítt brennandi ynski er, at vit fáa útstykkingarætlanina broytta, áðrenn sáttmáli við arbeiðstakara verður undirskrivað. Næstbest er, at ætlanin verður broytt seinni.

Elsa Berg
Býráðslimur
Tórshavnar kommuna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo