Búskaparráðið: Føroyski búskapurin er ikki fíggjarpolitiskt haldførur. Verður hugt fram í tíð, renna almennu útreiðslurnar frá almennu inntøkunum, verða nýskipanir og átøk ikki framd, sí myndina niðanfyri har reyða strikan er útreiðslur og bláa strikan er inntøkur.
Viðurskifti, ið lækka almennu útreiðslurnar ella hækka inntøkurnar, bøta um fíggjarpolitiska haldførið.
Umframt at stilla pensjónsaldurin, soleiðis at restlivitíðin sum pensjónistur, ikki bert fer til pensjónistatilveru, men eisini virkin ár arbeiðsmarknaðinum, er eisini neyðugt at tálma útreiðsluvøksturin á almennu útreiðslunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo