Tveir 13 ára gamlir dreingir eru ákærdir fyri at hava neyðtíkið eina 12 ára gamla jødiska gentu í París.
Teir báðir ákærdu høvdu antisemittisk motiv tá ið teir neyðtóku 12 ára gomlu gentuna, halda franskir myndugleikar.
Álopið á 12 ára gomlu gentuna í eini park í forstaði til París seinasta leygardag, hevur ført til sterkar reaksjónir og demonstrasjónir. Hendingin er umtalað í fleiri miðlum, og politikarar frá bæði høgra- og vinstravonginum fordøma hendingina, skrivar VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo