Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg havi nú søkt Almannaverkið um stuðul, til ymiskt eg havi ringt við at megna sjálv í gerandisdegnum.

Eg eri fyritíðar pensjónist, og havi diagnosurnar “sváran adhd” umframt Skizofreni.

Ergo havi eg tvær álvarsamar diagnosur, har onnur eisini er kend sum eitt handikap.

Ein lækni á Psyk.dep segði beinleiðis í vár “Vit meta tú hevur tørv á nógv meira stuðli“. Eg fái sum nú er 3 tímar um vikuna. Læknin sendi tvær fráboðanir, til Almannaverkið um eg kundi fáa meira stuðul.

Almannaverkið hevur sýtt mína umsókn tvær ferðir á rað. Tey meta partvíst, stuðulin tey bjóða í dag er nøktandi, umframt tey vísa á sparingar/økonomi.

Tey hava ikki tosa við Psykiatriska Depilin, og spurt hví man á psyk. metir eg havi tørv á meira stuðul. (Áðren man segði nei til mína umsókn).

Í August hevur man fingið skriv frá leiðandi yvirlækna. T. Stórá - um mína støðu/sjúku. Í støðuváttan/læknaváttan stendir ma. “Trupult við at ferðast uttanfyri heimið vegna ótta og nógvar avbjóðingar í gerandisdegnum við at megna vanlig gerandisting. Hevur tørv á stuðlandi funktiónum í rættuliga stóran mun fyri at megna gerandisdagin”

Eg havi søkt um hjálp til flutning og stuðuls tímar. Eftirsum eg td. má taka taxa í heilum. Eg søki ikki um ein bil, sum nøkur fáa.. bara hjálp til gerandisdagin..

Eg eri djúpt skuffa og kedd av at Almannaverkið tykist vera so illa fyri, at man ikki kann veita stuðul til fólk, so man kann hava eitt nøkurlunda virðiligt lív.

Vónandi vaknar onkur politikari skjótt.

Tina Johansen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo