Íverksetarahúsið: Eftir ein spennandi og hendingaríkan dag í Kolding, bleiv úrslitið at NEXUM fekk eitt flott 1. pláss.
Í alt 25 bólkar úr Danmark, Føroyum og Grønlandi luttóku.
Bólkurin NEXUM, hevur ment eitt hugskot til eina app, ið skal gera tað lættari fyri ung og arbeiðisgevarar at finna hvønn annan.
NEXUM eru næmingar frá Runavíkar Kommunuskúla og stovnararnir eru; Luna Klein Joensen, Petra Jonhardsdóttir Geyti, Miriam Bogadóttir Brekku og Leivur Lassen, og lærararnir hjá teimum eru Súsanna Jórunardóttir Brekku og Fróði Hansen.
Sum grundgeving legði danska dómsnevndin millum annað dent á, at NEXUM, við sínum hugskoti, megnar at hjálpa ungum at fóta sær á arbeiðsmarknaðinum. Harumframt at stuðla undir, at øll nú hava møguleika at verða við á jøvnum føti.
Vit ynskja NEXUM hjartaliga til lukku, og alt tað besta í víðarimenningini av teirra verkætlan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo