Skúlablaðið: Nevndarval var á skránni á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag, sum var í farna mánaði, men av tí at eingi stillaðu upp ímóti teimum báðum, sum stóðu fyri vali, er nevndin óbroytt.
Tað vóru Jacob Eli S. Olsen og Andrea á Rípuni, sum stóðu fyri vali. Eftir aðalfundin hevur nevndin skipað seg, og tað er eisini óbroytt. Herálvur Jacobsen er formaður, Jákup av Skarði er næstformaður, Maria V. Hansen er kassameistari, Andrea á Rípuni er skrivari, og Jacob Eli S. Olsen er nevndarlimur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo