Heilsuhjálparafelag Føroya: Tá freistin at stilla upp til nevndarval var av, vóru tvey uppskot komin inn.
Tey innkomnu uppskotini vóru sitandi nevndarlimir Ragna Vilhelmsdóttir og Svenn Martinsson, ið stóðu fyri vali í ár, og eru tey sostatt afturvald.
Nevndin hevur skipað seg við næstforkvinnu, eftir aðalfundin sum var 16. mars.
Mary Antonsdóttir, forkvinna
Ragna Vilhelmsdóttir, næstforkvinna
Fríðhild Winther, nevndarlimur
Svenn Martinsson, nevndarlimur
Poula Jørgensen, nevndarlimur
Tiltakslimir eru:
Marjun Petursdóttir Jensen
Ann-Mari Jensen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo