Felagið hjá føroyskum kampingfólki, camping.fo, helt aðalfund í Eydnuni á Oyrabakka í gjár. Ivan Skorheim og Henrid Johansen stóðu fyri væli. Henrid ynskti ikki at stilla upp aftur.
Krissolvur Johannesen hevur sitið sum tiltakslimur í nevndini í nógv ár og játtaði nú at koma í nevndina sum fastur limur.
Krissolvur Johannesen og Ivan Skorheim vóru valdir í nevndina.
Magnus Jacob Magnussen og Jørgin Olsen eru valdir sum tiltakslimir.
Nevndin hevur skipa seg við Ivan Skorheim sum formanni og Krissolvi Johannesen sum næstformanni. Hini eru Tummas Heri Thomassen, skrivari, Hans Jákup Kollslíð, kassameistari, Tórun Fredriksberg Dalfoss, nevndarlimur, Magnus Jacob Magnussen, 1. tiltakslimur og Jørgin Olsen, 2. tiltakslimur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo