Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: Til tess at leggja upp fyri áhaldandi váðanum fyri netálopum og ávirkan teirra, tá ið tey henda, legði landsstýrið á heysti 2023 fram Nettrygdarætlanina, sum setir 8 strategisk mál og inniheldur 20 átøk, sum skulu røkkast í tíðarskeiðinum 2024-2026. Tað mest grundleggjandi av hesum málum er at fyrireika og leggja fyri løgtingið uppskot til nettrygdarlóg, ið skal fevna um allar geirar, og virka sum bulurin í arbeiðinum at tryggja ein høgt nettrygdarstig í Føroyum.
Tað stendur í svari frá Høgni Hoydal, landsstýrismanni, uppá § 52a fyrispurning frá Bárði á Steig Nielsen, tingmanni.
Uppskot til løgtingslóg um nettrygd
Uppskot til løgtingslóg um nettrygd er nú sent til hoyringar og verður ætlandi lagt fyri tingið í vár.
Við nettrygdarlógini verður skotið upp at seta á stovn ein nettrygdardepil, sum við eini røð av heimildum samskipar nettrygdina í Føroyum og hevur eftirlit við, at kjarnutænastur í Føroyum eru vardar á ein skilagóðan og tryggan hátt í mun til nethóttanir.
NIS2 og CER
Uppskotið til nettrygdarlóg byggir í stóran mun á tvey ES-direktiv, NIS2 (Network and Information Systems II Directive) og mótstøðuførisdirektivið, CER (Critical Entities Resilience Directive), umframt viðkomandi danska lóggávu, serliga CFCS-lógina.
Omanfyrinevndu ES-direktiv eru tætt samantvinnað, og ætlað sum ein skipað heild, ið skal verja ímóti nethóttanum og fysiskum hóttanum móti eindum, ið hava týdning fyri, at samfelagið virkar.
Sum liður í at styrkja nettrygd og mótstøðuførið í Føroyum verður sambært uppskotinum lagt upp til, at kortleggingin av undirstøðukervinum heldur fram, so til ber hjá Nettrygdardeplinum at skapa yvirlit og at útnevna myndugleikar, fyritøkur o.o. sum kjarnueindir, ið skulu verjast serliga væl. At verða útnevnd sum kjarnueind kann hava við sær, at kjarnueindin skal skipa seg á øðrvísi hátt fyri at styrkja mótstøðuførið í kjarnutænastuni. Krøvini í nettrygdarlógini fylgja NIS2, men harumframt verða serføroysk krøv um skipan av rakstri umvegis fylgisvein. Krøvini í NIS2 eru væl kend, og kunnu í stóran mun røkkast við at fylgja væl kendum nettrygdarstandardum, so sum ISO 27001, 27002 og 27005.
Ávirkan á føroyskar fyritøkur, myndugleikar og stovnar
Við nettrygdarlógini verður álagt eindum, sum veita kjarnutænastur, at tær skulu tryggja eitt høgt nettrygdarstig. Hvussu stór byrðan verður, valdast hvussu væl eindirnar eru fyri frammanundan, hvat nettrygd viðvíkir. Ongin beinleiðis kostnaðarmeting er gjørd fyri Føroyar. Ein meting hjá frontier economics frá juli 2023 metir miðal kostnaðin til 0,31% av umsetninginum hjá fyritøkum, sum fyri fyrstu ferð koma undir NIS2, tvs. sum ikki longu lúka krøvini í NIS1, men stór spjaðing í kostnaðinum má væntast millum bæði vinnugeirar og einstakar eindir.
Tillagingar til føroysk viðurskifti
At leggja føroyska lóggávu upp at viðkomandi ES-lóggávu á økinum, verður mett neyðugt fyri at tryggja samstarv við skikkaðar myndugleikar uttanlands, sínámillum deiling av upplýsingum, umframt m.a. atgongd at gagnnýta útbúgvingar, vitan eins og amboð og skipanir.
Føroyar eru í mun til londini í ES eitt lítið land við lutfalsliga smáum fyritøkum og eindum, ið krevja vernd í nettrygdarhøpi. Uttan at víkja frá meginreglunum í NIS2 og mótstøðuførisfyriskipanini, er tí lagt upp fyri tillagingum í mun til føroysk viðurskifti.
Til dømis skilir NIS2 ímillum kjarnueindir og týðandi eindir, ið skulu lúka ymisk krøv, alt eftir, hvussu álvarsamar avleiðingarnar av einum álopi kunnu vera. Í nettrygdarlógini verður lagt upp til eitt slag av eind: kjarnueind. Kjarnueindir í nettrygdarlógini svara soleiðis til tað, sum eisini verður nevnt kjarnueindir í NIS2 og avgerandi eindir í mótstøðuførisdirektivinum.
Harumframt fevnir NIS2 um eindir í ES, sum hava fleiri enn 50 starvsfólk og ein javnað á minst 10 mió. evrur. Í nettrygdarlógini er einki tílíkt støddarmark, tí mett verður, at tað hóskar ikki til viðurskiftini í Føroyum, her eindir, hóast týðandi, mangar hava lutfalsliga fá starvsfólk.
Ein annar munur er, at sambært lógaruppskotinum skal Nettrygdardepilin eyðmerkja og útnevna týðandi eindir við støði í eini meting, ið byggir á eitt yvirlit yvir týðandi tænastur. Í ES-direktivunum eru tað eindir sjálvar, ið skulu lata seg skráseta. Av tí, at Føroyar eru lutfalsliga smáar, er talan um eina skynsama uppgávu hjá Nettrygdardeplinum samanborið til tilsvarandi myndugleikar í stórum ES londum.
Harumframt eru tillagingar í mun til sektorábyrgdarbýtið samanborið við viðkomandi danska lóggávu.
Til ber eisini at lesa svarið á heimasíðu løgtingsins.
Uppskotið til nettrygdarlóg sæst her.
Hoyringarfreistin er 27. januar 2025.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo