Benjamin Netanyahu, segði á tíðindafundi í kvøld, at drápini av trimum ísraelskum gíslum í Gaza fríggjadagin av mistaki var ein "ræðuligur sorgarleikur."
- Vit fara ikki at svíkja hernaðarligu og politisku royndina at fáa okkara gíslar aftur. Hernaðarligt trýst er neyðugt, bæði fyri at fáa gíslarnar leysar og fyri at sigra. Uttan hernaðarligt trýst hava vit einki, segði hann, sambært DR.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo