Forsætisráðharrin í Ísrael Benjamin Netanyahu sigur í dag at Ísrael hevur ongan áhuga í at góðtaka gíslaavtaluna við teimum treytunum sum Hamas hevur skitserað.
- Hamas krevur, í býti móti at leyslata gíslar, at vit enda kríggið, taka okkara deildir út úr Gaza, leyslata fangarnar vit hava (sum eru drápsmenn og neyðtøkumenn) og lata Hamas fáa frið, sigur hann sambært Haaretz.
- Góðtaka vit hetta, so eru okkara hermenn deyðir til fánýtis, legði hann afturat sambært norska Dagbladet.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo