Forsætisráðharrin í Ísrael Benjamin Netanyahu sigur at dagurin er settur til innrásina í Rafah. Men hann sigur ikki nær.
– Í dag fekk eg eina neyva frágreiðing frá samráðingunum í Kairo. Vit arbeiða alla tíðina so vit náa okkara málum, fyrst og fremst at gíslarnir verða leyslatnir og at vinna á Hamas, sigur Netanyahu sambært Reuters.
– Og hesin sigurin krevur at vit fara inn í týna terroristarnar sum halda til har. Tað verður gjørt – tað er ein dato, sambært Netanyahu, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo