Forsetisráðharrin í Ísrael Benjamin Netanyahu biður Hamas yvirgeva seg beinanvegin. Hann sigur tíðin hjá felagsskapinum er skjótt at enda komin.
– Tað er kríggj enn, men hetta er byrjanin til endan hjá Hamas. Eg sigi við Hamas-terroristarnar: Tað er liðugt. Doyggi ikki fyri Sinwar. Yvirgevi tykkum nú, sigur Netanyahu sambært DR.
Yahya Sinwar er ovasti leiðarin hjá Hamas á Gasageiranum.
Orðini fullu stutt eftir at Hamas gjørdi greitt ein eingir gíslar fara úr Gaza á lívi gongur Ísrael ikki kravinum hjá Hamas á møti um at leyslata fongslaðar palestinar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo