Argentinski Nestor Pitana hevur fingið uppgávuna at døma, tá ið Frakland og Kroatia skulu dystast sunnudagin um, hvør er best í heiminum, skrivar VG.
Maðurin, sum vanliga starvast sum studentaskúlalærari, hevur skarað framúr undir HM við sínum avgjørda atburði og myndugleika. Niðurlendski Bjørn Kuipers verður fjórðidómari.
Bronsufinaluna millum Belgia og Ongland dømur iranski Alireza Faghani.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo