Árliga várkonsertin hjá Nes Sóknar Musikkfelag verður í Løkshøll í Runavík mikukvøldið 15. mai kl. 19.30.
Ein messingbólkur við næmingum úr Nes Sóknar Musikkskúla leggur fyri.
Síðani spælir hornorkestrið m.a. tey fýra løgini, sum orkestrið fer at spæla á musikkstevnuni, sum verður í Norðurlandahúsinum Dýra Biðidag 17. mai. Hesi eru Thundercrest, Make Me a Channel of your Peace, Gakk tú tryggur og Cossack Patrol.
Kenneth Jones stjórnar Nes Sóknar Musikkfelag, sum telur eini 20 spælarar í øllum aldrum.
Tiltakið er ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo