Árliga várkonsertin hjá Nes Sóknar Musikkfelag verður í Løkshøll í Runavík mikukvøldið 14. apríl kl. 19.30.
Ein messingbólkur við næmingum úr Nes Sóknar Musikkskúla leggur fyri.
Síðani spælir hornorkestrið m.a. trý løgini, sum orkestrið fer at spæla á musikkstevnuni, sum verður í Løkshøll Dýra Biðidag 30. apríl. Hesi eru Centre Vale March, Triple Trouble og A Bridge Too Far.
Kenneth Jones stjórnar Nes Sóknar Musikkfelag, sum telur eini 25 spælarar í øllum aldrum.
Tiltakið er ókeypis.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo