KVF: Meir enn 3.000 fólk hava svarað í stóru kanningini, sum Kringvarpið og Lóður hava gjørt av kommununum í Føroyum. Kanningin skal vísa, hvat rørir seg millum fólk í kommununum - hvat halda tey vera gott við kommununi, tey búgva í, og hvat kundi verið betri?
Ein partur av kanningini er skipaður soleiðis, at ein spurningur verður settur, og so skal spurdi persónurin á einum stiga frá 1 til 7 siga, hvussu samdur viðkomandi er við spurninginum ella útsøgnina, har 1 er "Púra samd/-ur" ella "Sera væl nøgd/-ur", og 7 er "Púra ósamd/-ur" ella "Sera illa nøgd/-ur". Hesi svarini eru síðani umroknað til eina stigaskipan frá 0-100, og jú hægri talið er, jú størri er nøgdsemið hjá fólki.
Kanningin spyr, hvat fólk í teimum ymsu kommununum halda, men hon spyr ikki, hví tey halda sum tey gera. Talan er fyrst og fremst um eina kanning, sum vísir, hvat fólk halda um sína egnu kommunu, og so ber til at samanbera millum tær ymsu kommunurnar, hvussu nøgd fólk í kommununi eru.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo