Nes kommuna: Býráðið í Nes kommunu samtykti á fundi 25. nov. 2024 at umskipa kommunuskrivarastarvið soleiðis, at Elsbet Ellingsgaard Magnussen, kommunuskrivari, frá 1. januar 2025 verður kommunustjóri.
Elsbet E. Magnussen, ið hevur verið kommunuskrivari í Nes kommunu síðan 1. juni 2021, hevur drúgvar arbeiðsroyndir í kommunalum høpi. Hon tók skrivstovuútbúgving hjá Nes kommunu, og er útbúgvin BA og M.S.Sc. í politikki og umsiting frá Fróðskaparsetur Føroya.
Seinastu árini hevur verið sera stórur fólkavøkstur í Nes kommunu. Tann 1. januar 2020 búðu 1.338 fólk í kommununi, meðan talið í nov. 2024 er komið uppá 1.585. Á vári 2023 tók kommunan við býarheiti, og vøksturin í fólkatalinum heldur fram. Tað hevur verið sera nógv bygging, bæði av íbúðum og sethúsum, og enn fleiri stórar verkætlanir eru fyri framman. So tað er sjón fyri søgn, at Nes kommuna, eftir stuttari tíð, hevur ment seg frá at vera ein bygdarkommuna til at vera ein býarkommuna.
Umsitingin á skrivstovuni hevur tí eisini verið í broyting. Vøksturin og menningin hava borið við sær bæði økt og meira krevjandi virksemi, og umsitingin hevur fingið bæði fleiri og fjølbroyttari uppgávur.
Á heysti í 2023 varð umsitingin á teknisku deild umskipað og økt við einum starvsfólki, tá ið nýggjur tekniskur leiðari varð settur.
Nú kommunuskrivarin í Nes kommunu hevur fingið enn fleiri leiðslukendar uppgávur, heldur býráðið tað vera rætt at umskipa kommunuskrivarastarvið til kommunustjóra.
Bygnaðarliga broytingin kemur at hava við sær greiðari mannagongdir, bæði fakliga og fyristingarliga. Uppgávan sum kommunustjóri í Nes kommunu er avbjóðandi og spennandi. Kommunustjórin er næsti ráðgevi hjá borgarstjóranum og býráðnum. Kommunustjórin verður leiðari fyri umsitingina, beint undir borgarstjóranum. Við bygnaðarbroytingini fær borgarstjórin eisini betri tíð til yvirskipaða fyristingarliga leiðslu og samskipan. Hetta er alneyðugt til tess at skipa kommununa trygt og dygt inn í framtíðina til gagns fyri einstaka borgaran og vinnulívið í kommununi, eins og at skapa karmarnar fyri einum góðum arbeiðsplássi hjá teimum teimum mongu, sum starvast í umsitingini og á stovnunum undir kommununi.
Á kommunuskrivstovuni í Nes kommunu starvast nú, umframt borgarstjóran, kommunustjórin, eitt skrivstovufólk, ein bókhaldari, fíggjarleiðarin, tekniski leiðarin og eitt tekniskt starvsfólk.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo