Fimta talvið í HM dystinum millum russaran Nepo og kinverjan Liren endaði í dag við sigri til Nepo eftir 46 leikir.
Nepo er sostatt á odda 3-2. Kappingin fer fram í kasakstanska býnum Astana.
Myndin omanfyri sýnir endastøðuna í talvinum.
Nepo við hvíta fólkinum hevur júst leikt rókin á h6, og Liren legði síðani kongin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo