Javnaðarflokkurin: Ein samd tingmanning hjá Javnaðarflokkinum tók IKKI undir við at hækka tingfólkalønirnar 6.700 kr., men tók undir við at BROYTA lukrativu pensjónina hjá tingfólki, so tey framyvir fáa 15 prosent í pensjón, eins og onnur á arbeiðsmarknaðinum.
Undir viðgerðini hevði nevndin býtt seg í tveir partar, har Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vildu varðveita verandi løn, men broyta gyltu pensjónirnar. Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Miðflokkurin og Framsókn vildu hinvegin hækka tingfólkalønirnar við 6.700 kr. men avtaka skattafría ískoytið á 2.000 kr. og broyta pensjónirnar.
Tá ið avtornaði atkvøddu tvey umboð fyri Framsókn tó saman við samgonguflokkunum, tá ið málið varð avgreitt í tinginum mikudagin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo