Hóskvøldið var málið um nýggjan sáttmála at reka komandi Bussleið í Tórhavnar kommunu til endaliga viðgerð í býráðnum. Ein meiriluti samtykti uppskotið. Eg atkvøddi ímóti, og tað gjørdi eg einans, tí at eg ikki kann góðtaka, at niðurskerjing av Bussleiðini rakar ferðaætlanina fyri bygdirnar so meint, sum hon ger í nýggja sáttmálanum.
Í fíggjarlógini fyri 2022 var Bussleiðin samtykt við einum niðurskurði upp á 2 mill. Tá fingu vit at vita, at hendan skerjingin ikki skuldi ávirka tænastuna hjá Bussleiðini. Men hetta lyftið vísir seg ikki at halda nú, tí nú skulu effektivu koyritímarnir skerjast við 700 tímum. Og sjálvandi hevur hetta ávirkan á tænastuna.
Høvuðstættirnir í nýggja sáttmálanum, sum býráðið tók støðu til, er býtt í 7 punkt. Eg gjørdi púra greitt á býráðsfundinum hóskvøldið, at eg kundi fegin taka undir við øllum punktunum uttan punkt 1.
Í punkti 1 stendur: “Tilboðið er bygt á komandi ferðaætlan (við broytingum í mun til verandi ferðaætlan, sum lýst omanfyri).”
Hvat merkir so hetta, og hvat eru hetta fyri broytingar ? Tað sum serliga fellir mær fyri bróstið er, at
-
eingin koyring verður aftan á kl 19.00 sunnukvøld í Tórshavn
-
túrarnir út á bygdirnar verða skornar niður við 25 % leygardagar
-
busskoyringin út á bygdirnar sunnudagar verður avtikin – niðurskurður upp á 100 %
Hetta merkir, at niðurraðfestingin av Bussleiðini serliga rakar bygdirnar í kommununi. Sunnudag verður sum sagt als eingin koyring fyri borgararnar á Velbastað, í Kirkjubø, í Kaldbak og í Kollafirði.
Tá endurskoðanin av Bussleiðini varð gjørd í 2018, varð nevniliga lagt dentur á, at Bussleiðin skuldi vera eitt veruligt alternativ til bilin, og tí varð víðkað um leiðina. Vikuskiftini vórðu tikin við, so fólk kundu ferðast við bussleiðini allar dagar. Tá vórðu eisini settir 4500 effektivir koyritímar inn í skipanina. Harmiligt, at núverandi meiriluti ikki í minsta lagi heldur verandi leist við líka, men ístaðin niðurraðfestir Bussleiðina. Eina Bussleið, sum okkara borgarar eru so sera væl nøgdir við.
Til seinast skal eg viðmerkja, at eg havi stórt álit á bæði fyrrverandi og núverandi eigarum av Gundursbussum, sum eisini í komandi tíðum fara at reka Bussleiðina. – eingi ivi um tað. Men eg eri sera harmur um, at Bussleiðin verður niðurraðfest politiskt og, at niðurraðfestingin skal raka bygdirnar í kommunun so beinhart.
Tí atkvøddi eg ímóti.
Jákup Dam,
býráðslimur fyri Tjóðveldi
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo