Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

24. august í ár var Malan Johansen landsbankastjóri í Kringvarpinum og úttalaði seg um, at tað var ongin trupulleiki at fjerna milliardina, sum kemur til Føroya úr Danmark hvørt ár.

Vit skulu bara innrætta okkum eitt sindur øðrvísi enn vit gera nú, so var ongin trupulleiki.

Yvir 30 ár, verður tað rættiliga nógvar milliardir, sum vit saktans kunnu klára okkum fyriuttan, sambært Maluni Johansen.

Tá var haldføri ikki nevnt við einum orði. Men um vit nýta 5 milliardir yvir 30 ár uppá ein Suðuroyartunnil, so stendur deyðin í durinum.

Skil tað hvør í vil!

Eg veit ikki hvør logikkurin hjá Maluni Johansen er, men hetta roknistykki skilji eg ikki, men eg eri jú ikki búskaparfrøðingur.

Men máti skal verða við, hvat og hvussu Landsbankin úttalar seg, tí hatta hongur ikki saman!

Erhard Joensen
Løgtingsmaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo