Ein langur navnalisti yvir persónar sum høvdu samband við deyða ágangsdømda milliardingin Jeffrey Epstein verður nokk almannakunngjørdur í kvøld.
Tað skriva millum annað miðlarnir CNN og CNBC.
Listin fer at avdúka umfatandi ágangsnetverkið móti ungum og ómyndugum gentum sum Epstein og hjálpari hansara Ghislaine Maxwell stóðu á odda fyri, skrivar BBC.
Onkur nøvn verða helst ikki almannakunngjørd, sambært dsómaranum Loretta Preska í New York.
Nøvn sum Bill Clinton og Andrew prinsur fara helst at standa á listanum, tá ið nýggju dokumentini verða almannakunngjørd í Epstein-málinum, skrivar norska Børsen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo