Havfrakt, elsta skipið í flotanum hjá Navigare, er nú selt til Noregs.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin.
Havfrakt var keyptur til Føroyar í 2006 og hevur roynst reiðarínum sera væl.
Havfrakt er bygdur í Hollandi í 1979, er 65,8 metrar langur og 10,7 metrar breiður.
Skipið er í so lítið til tann farm, sum reiðaríið ynskir, og so eru árini vorðin mong. Tí varð avgjørt at selja skipið.
Reiðaríið hyggur nú eftir størri og nýggjari skipið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo