Kringvarpið: At flyta partar av Setrinum í Sjóvinnuhúsið er ein óneyðuga dýr loysn, og ongar haldgóðar grundgevingar eru givnar fyri, hví loysnin verður vald framum loysnina við bíligari undirvísingarlonum á Frælsinum.
Tað sigur Náttúruvísindadeildin á Setrinum millum annað í skrivum til leiðsluna á Setrinum. Hølistørvurin og alternativar loysnir uppá plásstrotið á Setrinum er ikki kannað nóg væl, heldur deildin.
Samskifti hevur verið millum Náttúruvísindadeildina og leiðsluna á Setrinum um eina alternativa loysn til hølistrupulleikarnir hjá Setrinum, heldur enn at flyta Náttúruvísindadeildina og Sjúkrarøktarfrøðideildina í Sjóvinnuhúsið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo