Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Føroya Óðalsfelag fegnast um, at náttúruverndarlógin ikki varð samtykt í verandi líki.

Og vit takka Rættarnevndini, samgongu og andstøðu á Føroya Løgtingi, fyri at tit lurtaðu eftir okkum.

Náttúran er grundarlagið fyri øllum lívi og øllum landbúnaði. Tí taka sjálvsagt øll sum fáast við landbúnað undir við endamálinum um náttúruvernd. Men av somu orsøk tóku vit ikki undir við hesari lógini. 

Tí hetta var ikki ein lóg um VERND av náttúruni. Hetta var ein lóg um BRÚK av náttúruni.

Og avleiðingin av hesi lóg, hevði verið ein VERRI vernd av náttúruni.

Tað ljóðaði annars so vakurt við ”verndarøkjum”. Men lesið lógaruppskotið. So skilja tit hvat vit meina.

Eftir uppskotinum og viðmerkingunum kundi landsstýrismaðurin einsamallur fingið heimild til at víkja frá tí, sum lógin skuldi eitast at verja: Nevniliga náttúruna.

Hann hevði fingið heimild til serlig ”undantøk”, tí tiltøkini eftir lógini altíð ”…skulu vigast upp ímóti øðrum týðandi samfelagsáhugamálum.”

Um hesi ”áhugamálini” vildu sloppið framat náttúruni til tess at brúka hana sum sítt vinnuliga tilfeingi, so kundi landsstýrismaðurin eftir egnari meting sett náttúruverndina til viks.

Eftir hesi lóg hevði landsstýrismaðurin fingið heimild til at ognartaka alt:

Jørð og fjøll. Fjøru og strendur. Áir og vøtn. Ósar og løkir.

Hann kundi eisini ognartikið øll tey lunnindi til veiðu sum í øldir hava verið knýtt at jørðini.

Ognarrætturin, hoyringsrætturin, kærurætturin, endurgjaldsrætturin og ikki minst rættartrygdin hjá fleiri túsund føroyingum hevði verið sett til viks við hesi lógini.

Um endamálið veruliga er náttúrvernd, so er ognartøka ikki tann rætti mátin.

Vit verja ikki náttúruna við at flyta avgerðarrættin til eina líkasæla miðfyrisiting langt frá lokalu økjunum, sum hvørki hevur kenslu fyri, ei heldur vitan um, lokalu náttúruna. Hinvegin er vitanin hjá teimum mongu sum fáast við landbúnað úti um landið, ein týdningarmikil fortreyt fyri at burðardygdin í náttúruni verður varðveitt.

Hetta eru fólk sum eru góð við náttúruna. Fólk, sum ofta í fleiri ættarlið hava havt jørðina í hondum, og sum kenna vøkstur og djóralív á staðnum betur enn nakar annar. Vilja vit verja náttúruna, eigur hendan aldargamla mentanin við smábrúkum úti um landið sjálvandi at virðast og varðveitast.

Men hevði hetta lógaruppskotið verið samtykt, so hevði møguleikin til at umsita náttúru, vøkstur og djóralív verið tikin frá teimum sum hava best skil fyri tí, og løgd inn undir ein tilvildarligan landsstýrismann. Sum síðani kundi útluta náttúruna sum eitt tilfeingi til vinnulig seráhugamál.

Hvør hugsar tá um náttúruvernd?

Við hesum lógaruppskotinum hevði náttúruverndin bara verið eitt eiti. Eitt flott orð, uttan nakran týdning.

Ætlanin var, at avgerðirnar skuldu flytast frá tí dómstólslíknandi skipan vit hava í dag, og latast til landsstýrismannin aleina. Kunnu tit ímynda tykkum trýstið á hendan neyðars einstaka persónin?

Vit skulu minnast til, at landsstýrismaðurin í vinnumálum ikki bara umsitur landbúnað og náttúruvernd. Á hansara málsøki ferðast eisini størri og pengasterkari aktørar innan t.d. orkuvinnu, ferðavinnu og alivinnu.

Og hvør av hesum bólkum halda tit hevur størri vald í Føroyum í dag?

Tey smáu áhugafeløgini, sum vilja menna ein burðardyggan landbúnað, sum vilja tryggja Føroya náttúru og umhvørvi, sum vilja verja fuglalívið, sum vilja varðveita føroysku fornminnini?

Vit hava ikki eingongd ráð til at seta eitt hálvt starvsfólk sum kann hjálpa okkum at senda ein teldupost til Landsstýrið. Men tað hava aktørarnir sum høvdu ein serligan áhuga í at hetta lógaruppskotið varð samtykt. Teir eiga nógvar pengar. Og teir kunnu senda fleiri túsund teldupostar.

“Follow the money” er eitt gott og gamalt ráð, tá tíðindafólk skulu grava í einum máli.

Nú eiga vit øll at spyrja hvønn annan: ”Hvør hevði fingið ágóðan av hesi lógini”?

Hevði tað verið náttúruan?

Nei. Tað átti at verið eyðsæð fyri ein og hvønn, at hetta lógaruppskotið hevði fingið vanlukkuligar avleiðingar, ikki bara fyri ognar- og avgerðarrættin og landbúnaðin, men serliga fyri náttúruna.

Um landsstýrismaðurin í vinnumálum møguliga vildi náttúruni væl, so hevði hendan lógin, við øllum sínum ógreiðu og óregluligu ”loynismogum”, lagt eitt ovurhonds stórt trýst á landsstýrismannin.

Við eini so veikari náttúrverndarlóg hevði vandin fyri áhugakonfliktum og korrupsjón verið ein stór hóttan fyri nátturuna, fyri landbúnaðin, og fyri fólkaræðið Føroyar.

Júst tí vilja vit fegin takka Rættarnevndini og Løgtinginum sum valdu at beina hetta ófrættakenda lógaruppskotið aftur til landsstýrismannin, til nýggja og betri viðgerð.

Vónandi fáa vit nú eitt dygdargott føroyskt lógarverk, sum ger tað sum tað sigur: Verjir náttúruna.

Vit í Føroya Óðalsfelag taka sjálvandi fegin lut í arbeiðinum at smíða eina nýggja og betri náttúruverndarlóg, sum tekur serlig atlit til føroya náttúru, mentan og landbúnað.

Og vit vilja sjálvandi samstarva við allar teir partar, sum ynskja tað sama.

Men tá er treytin, at talan verður um veruliga náttúruvernd. Í øðrum lagi treyta vit okkum, at lóggávan virðir tann ognar- og avgerðarrættin úti um alt landið sum er ein tann týdningarmiklasta verndin fyri náttúruna.

Nú bíða vit bara eftir fundarboðum.

Føroya Óðalsfelag
www.odalsfelag.fo

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo