Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá ið tað í 2018 kom fram, at ætlanir vóru at fara at ala út fyri á Víkum í Vágum mælti Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, FNU, staðiliga frá.

Mótmælisskriv vóru send myndugleikunum og skipað varð fyri fólkafundi, sum varð hildin norðuri á Munna, og nógv fólk møttu upp. Røður vóru hildnar, og m.a. skeyt ein røðari upp, at økið frá Mykineshólmi, norðursíðuni á Vágoynni, Vestmannabjørgini og økið norð móti Tjørnuvík skal verða friðað.

##med2##

##med3##

Tíverri vunnu sjónarmiðini hjá FNU ikki frama, og í 2019 byrjaði alivirksemið í økinum...

Ávaringar fyri deyvum oyrum
Tað sigur seg sjálvt, at tað, at hava vinnuvirksemi í einum órørdum náttúruøki er sera vágið. Umframt vanligu dálkingina, sum aling hevur við sær, so er eisini vandin fyri óhappi stórur, ikki minst á einum so harðbalnum øki. Longu í januar 2020 hendi fyrsta óhappið, tá ið fóðurflakin Hellutangi sleit. Tað eydnaðist tó at forða náttúruvanlukkuni í hesum umfari. Men hóast hesa ávaringina, varð hildið fram, og í apríl í 2021 hendi vanlukkan so: Hellutangi sleit aftur og endaði inni í brimunum undir bjørgunum og gjørdist vrak.

Onkrar royndir vórðu gjørdar at fáa hann av aftur, men tað eydnaðist ikki. Í juli varð gjørt av at steðga við royndunum, lata heystið og veturin ganga og síðani royna aftur – møguliga í teirri vón, at brimið fór at gera av við vrakið. 

Liggur sum ein skammblettur
Skírisdag 14. apríl 2022 var Jóna A. Ólavsdóttir á hestbaki í økinum. Hon tók nakrar fotomyndir og sendi tær til FNU. Og myndirnar tala fyri seg.

Á myndunum sæst, at fóðurflakin er tægaður sundur av brimi, og at leivdirnar av vrakinum liggja spjaddar í hesum náttúruvakra øki. Vraklutirnir síggjast væl, tí har er rættiliga grunt.

Hetta er eingin vøkur sjón og avgjørt ein skammblettur á hesa annars órørdu náttúru.

##med4##

FNU harmast um, at myndugleikar og privata vinnulívið – hóast greiðar ávaringar – fara so óvandaliga fram móti okkara felags náttúru. Serliga átaluvert er tað, tá talan er um eitt so sjáldsamt náttúruøkið, sum hetta vesturi á Víkum.

Samfelagnum tørvar vinnulív og fyritakssemi, men FNU fer enn einaferð staðiliga at heita á myndugleikarnar og alifyritøkur um at vísa størri fyrilit fyri náttúruni, tá vinnuligar útbyggingar verða gjørdar.

FNU 19. apríl 2022

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo