Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Á komandi býráðsfundi skal støða takast til at uppraðfesta bussleiðina. Ferð eftir ferð hevur Tjóðveldi í býráðnum víst á hvussu skeivt tað var, tá meirilutin spardi tvær milliónir av bussleiðini í 2021.

Niðurraðfestingin hjá sitandi býráðssamgongu av bussleiðini hevði við sær, at als eingin túrur verður koyrdur úti á bygdunum sunnudagar og færri túrar leygardagar. Umframt at leið 4 og 5 vórðu lagdar saman.

Tí fegnast við sjálvsagt um, at fleiri túrar verða lagdir afturat til bussleiðina. Ein uppraðfesting hevur við sær, at munandi fleiri fáa ágóðan av bussleiðini, bilferðslan og harvið útlátið minkar. Tá møguleikarnir fyri at brúka bussleiðina betrast, merkist tað eisini fíggjarliga hjá borgarum, tí útreiðslurnar til brennievni minka munandi.

Tjóðveldi í Tórshavnar býráð setur tó spurning við, um talan veruliga er um eina uppraðfesting av bussleiðini.

Tað er tekniska nevnd og fíggingin hjá teknisku deild, ið varðar av bussleiðini. Men nú tvær milliónir skulu finnast aftur til bussleiðina,  velur sitandi meiriluti at taka fígging frá umhvørvisøkinum. Peningur, sum longu er settur av til orkuátøk skal nú fíggja “uppraðfestingina”.

Hetta merkir, at pengar ikki eru til tær ætlanir náttúru- og umhvørvisnevndin hevur lagt m.a til at fíggja umlegging av bygningum til varandi orku. Heldur enn at vera ein uppraðfesting av bussleiðini, er tí heldur talan um eina niðurraðfesting av umhvørvisøkinum. Frammanundan hevði meirilutin minkað fíggingina til tekniska økið við tveimum milliónum í 2024, og øll hendan sparing hevur meirilutin valt skal takast frá umhvørvisøkinum. Ongin leiðari hevur verið fyri náttúru og umhvørvisdeildina í trýkvartár, fleiri starvsfólk eru farin og ongar starvslýsingar eru eftir nýggjum fólki.

Náttúru og umhvørvisnevndin hevur lítið og onki á skrá – tí uttan umsiting ber ikki til at fremja politiskar ætlanir. Tað tykist sum ein miðvís niðurlaðing er í gongd av náttúru og umhvørvisøkinum. Og hetta er ein greið staðfesting av, at økið ongan góðan eigur í meirilutanum.

Hvat ætlar býráðsmeirilutin á umhvørvisøkinum, mugu vit spyrja? Í einum valári er tað áhugavert at síggja, at meirilutin púrt ongar ambisjónir hevur á umhvørvisøkinum. Økið liggur nærum lamið, hóast tað ongantíð hevur verið so týdningarmikið sum júst nú, at náttúra og umhvørvi verða raðfest og vird.

Meirilutin í sitandi býráðið má viðurkenna, at borgarin í alt størri mun ynskir reint vatn, góða bussleið, minni útlát, grønar bygningar, meira ruskskiljing og reina náttúru. Hetta eru grundleggjandi fortreytir fyri trivnaði - eisini í Tórshavnar kommunu.

Ein verulig uppraðfesting av náttúru- og umhvørvisøkinum er tí alneyðug og eigur fíggingin av bussleiðini tí at fara av røttu játtan og ikki sum nú -  at royta tann sum longu er skallutur.

Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo