Jóhann Mortensen
Framløga á borgarafundi á Sandi 9. desember 2024
Í juli mánað 1961 koyrdi eg við einum av gomlu bussunum hjá Miðstovumonnum úr Skopun heim á Sand fyri fyrstu ferð. Eg stóð har frammi undir liðini á Steintóri og skimaðist.
So við og við lá hetta stóra vatnið - Sandsvatn ella Traðarvatn - og tann lítla bygdin við vatnið framman fyri okkum. Eg havi ongatíð gloymt ta sjónina. Alt tóktist so friðsælt.
At koyra eftir Sandarfløttinum yvir í Traðir var sum at koma í ein annan heim – neytini, fløtan, bøurin, hamarin, fossurin, áin, mølheyggjarnir og so tann stóri sandurin.
Síðsta vikuskifti stóðu vit í Sandabrekkuni og skoðaðu hetta lendið. Tá tekur ein til orðanna:
“Hetta er eitt tað mest sjáldsamasta landslagið í landinum. Her kann man ikki leggja ein breiðan landsveg. Inntrivið er alt ov stórt. Soleiðis kunnu vit ikki fara við náttúruni og einum búnaðar- og bygdaumhvørvi.”
Ístaðin fyri at gera greflig inntriv í hesa náttúruna, áttu hesi økini - ella partar av teimum - at verið vard og friðað eftir nýggju Náttúruverndarlógini.
Eingin árinsmeting
Borgarafundurin í kvøld viðger støðuna, eftir at allir flokkar á tingi saman við Tunnilsfelagnum hava lagt fram tríggjar møguligar farleiðir til Suðuroyartunnilin í Djúpadali.
Eg eri biðin at siga nakað um náttúruvernd og ásetingar, sum verja náttúruna.
...
Vit ásanna, at útbyggingar krevja ofta inntriv í náttúruna. Men málið má vera at fara varisliga fram, og taka tey neyðugu fyrilitini sambært nútíðar náttúrufyrisiting.
Er tað gjørt á hesum stigi í tunilsætlanini? Avgjørt ikki. Tvørturímóti tykist, at farið er fram eftir fummum - bæði við atliti at náttúru, og tykkum, sum her búgva, lokalsamfelagnum.
Einki er gjørt í samráð við Sands ella Húsavíkar kommuna, sum eftir byggisamtykt skulu geva byggiloyvi til vegir og tunnilsmunna. Her vantar sanniliga ein demokratiskur hugburður. Nærdemokratiið er sett til viks.
Eisini kunnu vit staðfesta, at uppskot um vegføringanar ikki eru gjørd í samráð við teir stovnar, sum varða av føroysku náttúruni, sum eru Umhvørvisstovuna og Tjóðsavnið. Hesir stovnar áttu sjálvandi at verið við frá byrjan.
Tá talan er um verkætlan fyri fleiri milliardir, eigur peningur eisini at verið brúktur at tryggja náttúruna.
Tilgongdin sigur okkum eisini, at eingin árinsmeting er gjørd. Slíkar eru vanligar at gera, áðrenn størri arbeiði skulu gerast í náttúruni - á sjógvi og á landi. Í árinsmetingum verður náttúran kannað til fulnar. Tosað verður við viðkomandi fólk. So verður mett um, hvørjar avleiðingar eitt inntriv hevur fyri náttúruna og margfeldið, og hvussu farast kann fram, so skaðin verður sum minst.
Tíverri hava vit í Føroyum ikki nakað krav um árinsmetingar. Tað sigur okkum, at vit eisini eru eftirbátar, tá tað snýr seg um at kanna og verja náttúruna, áðrenn sjøtul verður settur á størri verkætlanir.
Politiska valdið ikki tilvitað um náttúru
Men áðrenn hakin verður settur í svørðin, skal Náttúrufriðingarnevndin geva fleiri loyvi í samband við uppskotini, sum eru løgd fram. At enda skulu avgerðir hjá nevndini leggjast fyri Yvirfriðingarnevndina, sum skal meta um, hvørji inntriv kunnu loyvast í náttúruni.
Tað merkir, at øll gongdin at kanna náttúru og fáa neyðug loyvi er drúgv og tekur nógv atlit, men “semjuskjalið” millum flokkarnar á løgtingið staðfestir, at Suðuroyartunnilin skal ganga úr Djúpadali...
Løgið og óskiljandi, at eitt samfelt politiskt vald í Føroyum ger eina semju um at staðseta størstu verkætlan nakrantíð
- uttan at árinsmetinginar eru gjørdar,
- uttan at møguligar friðingar eru umrøddar og
- uttan at hava tosað við kommunurnar á Sandi ella í Húsavík!
Hetta sigur okkum,
- at politisku flokkarnir eru ikki serliga tilvitandi um umhvørvið yvirskipað,
- at flokkarnir síggja ikki virðini í sjáldsomu náttúruni heima á Sandi og Sandoynni,
- at virðingin fyri nærdemokratinum er eingin.
og at politiska arogansan er ræðandi, Spurningurin er, hvat verður tað næsta?
..
Men tunnilsleiðin til Suðuroyar kann broytast, vissaði løgmaður Føroya fólk um í útvarpinum herfyri, og sipaði til hoyringina, sum er lokin nú hósdagin.
Tí mugu vit vóna, at hoyringsskriv frá Landsverki, frá Sands kommunu við uppskoti um eina tunnilsleið innan fyri Sandsbygd, sum Articon hevur gjørt, og frá øðrum eru so mikið góð, at verandi ætlan hjá Tunnilsfelagnum verður slept.
Um ikki, er eitt at gera hjá Sands kommunu, og tað er at sannføra landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum um brúka grein 27 í Náttúruverndarlógini, sum sigur, at “Til at forða fyri skaða á verndarvirðir kann landsstýrismaðurin seta í verk bráðfeingisvernd av ávísum økjum.”
Friðingarlógin er greið
Náttúrufriðingarlógin hevur greiðar ásetingar, tá bygt verður innangarðs. Eg fari at seta tær í samband við tað, sum er komið fram um vegaføringarnar her og suðuri við Stóravatn.
1: Vegurin eystanfyri Sandsvatn: Uppskotið at gera ein landsveg fram við eystaru síðu á vatninum verður eitt stórt inntriv í náttúru og landbúnaðarøki. Gamli vegurin, sum er gjørdur til rossavognar, er um tríggjar metrar breiður. Hann lagar seg eftir lendinum. Ein breiður landsvegur verður lyftur upp, beindur, og so fer hann oman um Traðir til óbótaligan skaða fyri bygdina. Hann fer at skemma náttúruna, skala fuglalívið og serligu friðsæluna við vatnið eystarumegin. Eitt grefligt inntriv.
Fyri at leggja ein nýggjan veg skal loyvi fáast eftir náttúrufriðingarlógini, har m.a. sagt verður:
“Innangarðs skal ikki at verða bygt uttan loyvi frá friðingarnevndini nærri enn 300 m frá vøtnum, ið hava størri vídd enn 1 hektar og frá áum, ið eru meira enn 4 m breiðar í botninum.”
So er spurningurin, um Nátúrufriðingarnevndin gevur loyvi ella ikki?
2: Vegur vestan fyri Sandsvatn: Eitt annað uppskot er at leggja vegin vestan fyri vatnið. Tá skal nýggjur vegur gerast vestan fyri verandi veg. Hann fer á skák niðan eftir rygginum, so hann kemur oman í landsvegin við Kálvmannarætt fyri at sleppa undan bendinum við Múlan. Síðan skal vegur gjøgnum bygt øki og bø suður ímóti Sandafløttinum Hiðani tvøtur um fløttin og ánna við Holið, har brúgv skal gerast. Og at enda yvir í vegin til eystanbygdirnar.
Á hesi leiðini skalar hann besta og fremsta búnaðarøkinum í landinum. Ikki sørt í andsøgn við búnaðarpolitikkin um sjálsveitan, stuttflutt og burðardygd.
Hesar ætlanir krevja eisini loyvi eftir somu lógargrein um frástøðu frá vatni og á. Men har vegur er - og inntriv eru gjørd frammanundan - ger friðingarmyndugleikin stundum frávik frá ásetingunum í lógini. Tá er grundgevingin, at inntriv eru gjørd frammanundan. Men eg haldi ikki, at tað kann gerast í hesum føri.
3: Á Traðarhamri: Uppskot er eisini at leggja vegin oman fyri Traðarhamar. Náttúra uttan fyri bygt øki friðað, og tí skal loyvi fáast frá friðingarnevndini.
Virðismikið vatnalendi
4: Vegur við Stóravatn: Ætlanin er at leggja vegin til Djúpadals í sama lendið sum smali Skarvanesvegurin er í Sanda haga.
Vegurin fer gjøgnum vátlendi í økinum Millum Vatna skamt eystan fyri Stóravatn. Vátlendi hava stóran týdning fyri umhvørvi og fugl. Víða hvar endurreisa lond vátlendi. Sjálvt vatnið hevur stór náttúruvirði.
Tað liggur ikki í bygdum øki, men tó er vatnið so stutt frá bygdum, at higar koma nóg fólk at njóta fríløtur.
Veður ein breiður landsvegur lagdur eini 35 metrar frá vatninum - sum er frástøðan frá verandi vegi - fer nógv av hesum náttúruvirði fyri skeyti.
Ætlaði vegurin er nærhendis Stóravatni og tí skal náttúrufriðingarnevndin geva loyvi eftir lógargreinini um 300 metrar frástøðu.
Undirmeta grótið. Nógv ljós verður varpað á stóru mongdina av gróti, sum kemur úr tunnlinum. Grótið, sum ikki verður brúkt til vegir, skal tyrvast norðanvert Djúpadal.
Náttúrufriðingarlógin sigur, at “burturtøka ella nýtsla av mold og gróti skal fara fram, so tað skemmir nattúruna sum minst og ger minsta skaðan”.
Tunnilsfelagið og politisku flokkarnir fara alt ov lætt um trupulleikan við tunnilsgrótinum við atliti at friðingarlógini. Rúgvan er ein millión rúmmetrar og kann ikki bara leggjast í lendið og tyrvast, sum sagt er á kunningarfundunum. Grótrúgvan fer ikki at skemma “náttúruna sum minst”.
Tann stóra trupulleikan við tunnilsgróti sóu vit á Sundi, har 500.000 rúmmetrar oyðiløgdu fjøruna. Og vit síggja skommina á Velbastað, har grótrúgvurnar eru størsta misprýði landsins. Nakrar meiri skynsamar loysnir mugu finnast, um nøkur skomm er skapt í Tunnilsfelagnum og politisku flokkunum.
Nú havi eg nevnt tað, sum friðingarlógin ásetir, um tað ringasta hendir – nevniliga, um hildið verður fast í uppskotinum um vegir og tunnilsleið hjá Tunnilsfelagnum.
Sjáldsom náttúra
Sum nevnt er náttúran á Sandi - við Mølheyggjunum, sandinum, Sandafløtti, stóra bønum og Sandsvatni – sera sjáldsom og hugtakandi vøkur. Eingin bygd hevur slíka náttúru. Hetta er ein fongur, sum ikki má fara. Tað er ein brotsgerð.
Náttúran á Sandi er ikki órørd. Hon er merkt av brúki og er landbúnaðarøki. Men hon hevur eitt so stórt virði, at hon eigur at verða varðveidd og at sleppa undan inntrivum, tá aðrir møguleikar eru fyri tunnilsleiðini.
Nýggja Náttúruverndalógin nevnir tríggjar møguleikar fyri friðing. Eitt nú landslagsverndarøki. Tá eg læs lógina, hugsaði eg, at økið við Søltuvík, Gróthúsvatn, Sandsvatn, og lendið við Lítlavatn og Stóravatn áttu at verðið friðað eftir hesi lóg. Um landslagsverndar øki verður sagt í lógini:
“Sum landslagsverndarøkir kunnu verjast náttúrulandsløg ella røktarlandsløg, sum hava vistfrøðiligt, mentanarligt ella upplivingarligt virði ella eru samleikaskapandi. Upp í landslagið verða eisini tald mentanarminnir, sum gera sítt til at geva landslagnum tess sereyðkennir.”
Hesir møguleikar um friðing galda uttan iva fyri náttúrna við Sandsvatn, so hon verður friðað eins og Mølheyggjarnir eru.
Fleiri væl grundað hoyringsskriv verða uttan iva latin inn. Tað er tórført at siga, um tað er nóg mikið. Tað er í øllum førum neyðugt at ávirka tey, sum taka avgerðina. Og havið í huga, at tað er náttúran og sereyðkennini fyri Sand, sum eru í váða. Havið eisini í huga afrikanska orðastakið, at “náttúruna hava vit bara til láns frá okkara eftirkomarum”.
Góða eydnu!
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo