Ikki færri enn 90.000 herfólk úr øllum natolondunum vera við í venjingini sum verður longu í februar. Eisini Svøríki verður við, hóast natolimaskapurin ikki er komin endaliga uppá pláss.
Talan verður um størstu hernaðarvenjing síðani kalda kríggið, og endamálið er at ræða Russland.
Venjingin snýr seg um, at Russland hevur framt álop av eitt natoland, og tí verður grein 5 í sáttmálanum sett í verk. Hon sigur, at um eitt natoland verður álopið, so verða øll álopin. Henda greinin hevur bert einaferð verið sett í verk, tað var eftir álopini á USA 11. septembur 2001.
Venjingin hevur fingið navnið Steadfast Defender 2024.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo