Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

StÍF og Natasja Hammer hava gjørt avtalu um, at hon fer at spæla við besta kvinnuliðnum hjá StÍF komandi kappingarár.

Tað skrivar StíF á heimasíðuni.

Natasja er 20 ár og spælir á vinstra bakki. Hon hevur hevur seinastu tvey kappingarárini leikt í bestu deild í Íslandi við Haukum. Hon hevur gjørt vart við seg í Íslandi og var við til at tryggja Haukum pláss í hálvfinalum. Hon er á føroyska A-landsliðnum.

Um nýggja samstarvið við StÍF sigur Natasja:”Eg eri spent til eina nýggja avbjóðing í StÍF. Eg havi valt at spæla við StÍF, tí eg síggi góðar møguleikar fyri at mennast sum leikari í felagnum.

Dan M. Jürgensen, høvuðsvenjari hjá kvinnuliðnum, sigur um Natasju:

- Vit í StÍF er fegin um, at Natasja hevur valt at spæla fyri okkara felag, og vit gleða okkum at síggja hennara íkast til at styrkja liðið. Sum venjari eri eg spentur at hjálpa Natasju at menna hennara førleikar, á vøllinum og uttan fyri vøllin, í strembanini at røkka hennara málum.

StÍF er eitt felag í menning og bjóðar leikarum vælkomnum til StíF at mennast og at gerast partur av einum felagsskapi, sum raðfestir menning, trivnað og úrslit.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo