Flogbóltssambandið: So er næsta hálvfinalan í Klaksvík leikt. Hesin dysturin var millum SÍ - Dráttur, kvinnur.
Næsti steypafinalisturin er SÍ, sum vann dystin 3-1 við settúrslitunum 26- 24, 25-19, 23-25 og 25-20.
Steypafinalan verður leikt 22. februar í Høllini á Hálsi - millum Mjølnir og SÍ.
Dystarskráin restina av degnum er henda:
Menn:
Kl. 17.00 FLEYR - SÍ
Kl. 19.00 MJØLNIR - ÍF
Hálvfinalurnar í steypakappingini verða stroymdar á https://kvf.fo/live/3
Haraftrat útvarpar FM1 frá dystunum - umvegis internetið á www.midlar.fo ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7; FM 91,7; FM 93,9; FM 95,5 og FM 98,7. (Frá klokkan 18 sendir FM1 eisini frá hondbólti).
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo