Markus Olsen úr Rituvík skal hjálpa við venjingunum av teimum 10-14 ára gomlu og so hevur felagið gjørt avtalu við ein fyrrverandi elitu spælara í donskum badminton, nevniliga Henrik Funch, sigur felagið í tíðindaskrivi.
Henrik hevur í sínari tíð spælt badminton á elitustøði í Danmark. Seinnu árini hevur hugurin hjá Henrik flutt seg yvir á double, og kemur hann sostatt at taka sær av einum nýstovnaðum motiónsliði fyri vaksnum, sum burturav kemur at spæla double.
Double badminton verður hvørt hóskvøld kl. 19:00 til 20:00 og er eitt aldursmark á 16 ár. Liðið er fyrst og fremst eitt motiónslið, har endamálið er at røra seg og hava tað skeg, men ríkir møguleikar eru eisini fyri tekniskari venjing og góð tips frá einum fyrrverandi elitu spælara, sigur felagið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo