Fróðskaparsetrið: Øll, sum hava áhuga í gransking í skúlaskapi og námsfrøði, áttu at sett kross í kalendaran 3. mai.
Tá bjóðar Námsvísindadeilin til alment og ókeypis tiltak í auluni á Frælsinum 20 í Havn, har júst gransking í skúlaskapi og námsfrøði verður sett á breddan.
Á skránni verða framløgur við úrslitum av kanningum og gransking, sum er gjørd á Námsvísindadeildini, og vónin er, at í minsta lagi eins mong koma at lurta og spyrja sum á granskingardegnum í fjør, tá fakfólk úr øllum viðkomandi geirum og onnur við áhuga møttu.
Skráin:
13.00-13.10:
Vælkomin: Ingi Heinesen Højsted.
13.10-14.00:
Læring og trivnaður í skiftinum frá dagstovni í skúla og frítíðarskúla - hvat vísir nýggjasta altjóða granskingin?: Sonja Olsen.
Inkluderandi skúlaskapur úr sjónarhorninum hjá næmingum: Frida Poulsen.
Vaksandi happingartøl – hugleiðing og hugburður: Katrin av Kák
14.00-14.50:
Søgulig gongd í tónleikaútbúgving í Føroyum: Knút Háberg Eysturstein
Gransking í skúlaítrótti: Helgi Winther Olsen
Menning av skilvísari hugsan við GeoGebra: Ingi Heinesen Højsted
14.50-15.05 Kaffi og afturvið
15.05-16.00:
Tann tilvitaði borgarin - hugburðurin til lærugreinarnar og hugburðsávirkanin á læruúrtøkuna: Erla Olsen.
Research-based overview of Faroese policy on teaching Faroese as a second language in compulsory school and its significance for inclusion: Kalpana Vijayavarathan.
Árið, ið fór – stutt kunning um tey fimm granskingaravrikini í 2023: Hans Harryson.
Tiltakið er, sum nevnt, ókeypis, men neyðugt er við tilmelding.
Melda til her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo