Skúlablaðið: - Lága játtanin til Námsvísindadeildina sæst aftur í starvsfólkahópinum á deildini. Fleiri eru farin úr starvi á Námsvísindadeildini, uttan at nakar er settur í staðin. Hetta sæst aftur í fleiri fakøkjum, har Námsvísindadeildin ikki hevur starvsfólk.
- Eitt dømi um sparingarnar var, tá ið nýggjur dekanur var settur á Námsvísindadeildini. Tá segði rektarin í miðlunum, at neyðugt var at seta eitt starvsfólk á Námsvísindadeildini sum dekan, tí at tað var ikki peningur at seta eitt fólk uttanífrá afturat í starv á deildini.
- Úrslitið var, at nú er einki starvsfólk í lívfrøði og náttúru og tøkni á deildini. Sama skilið er í t.d. alisfrøði, evnafrøði og fleiri av handaligu lærugreinunum, har er eingin í starvi á Námsvísindadeildini at varða av hesum lærugreinunum, skrivar Jacob Eli S. Olsen, lærari og næstformaður í Føroya Lærarafelag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo